Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hampulig úrtøka hjá U15-dreingjunum til fótbóltsstevnu í Esbjerg

Tríggir sigrar, tveir javnleikir og eitt tap. Venjarin, Jógvan Martin Olsen, er sum heild sera væl nøgdur við fótbóltsstevnuna, ið farnu dagarnar hevur verið í Esbjerg í Danmark

– Vit spældu seks dystir, har okkara dreingir vórðu avbjóðaðir eitt sindur meir enn vanligt. Teir stríddust fyrimyndarliga, og tað var eisini hugaligt at síggja, at teir tordu at spæla fótbólt í pressaðum støðum. So eg eri væl nøgdur við tað, ið vit sóu frá okkara dreingjum hesar dagarnar.

Tað sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum við heimasíðuna hjá FSF, sum frá 6. til 11. mai tóku lut í EfB Elite Cup, ið er ein fótbóltsstevna, sum á hvørjum ári verður fyriskipað í Esbjerg í Danmark.

Føroysku mótstøðuliðini vóru klubblið úr Danmark, Noregi og Svøríki. Úrtøkan gjørdist tríggir sigrar, tveir javnleikir og eitt tap, og samlaði málmunurin var 8-5 til Føroyar. Jónas Fossabrúgv skoraði trý mál, Emil Ludvig skoraði tvey, meðan William Hansen, Emil Linklett og Pætur Højgaard gjørdu hvør sítt mál.

– Tað var eisini deiligt at síggja, at nógv av tí, ið vit hava lagt dent á undir venjing, sást aftur í dysti. Millum annað riggaði serliga væl at leggja verjuspælið frammaliga á vøllinum, har okkara fremstu skuldu leggja høgt press. Spælararnir vístu dirvi, og tað var sera positivt at vit megnaðu at skora í øllum dystunum, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Næst á skránni hjá U15 dreingjunum er UEFA menningarkapping, sum verður í Albania í oktober.

U15_Dreingir_Esbjerg_Mai_2024-7

U15_Dreingir_Esbjerg_Mai_2024-6

U15_Dreingir_Esbjerg_Mai_2024-5

U15_Dreingir_Esbjerg_Mai_2024-4

U15_Dreingir_Esbjerg_Mai_2024-3

(Myndir: Jan Falkenberg Jensen)