Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ebenezer: – Eg gevi ikki upp

Ebenezer Tórarinn Ásgeirsson, stjóri og eigari í Hopp Tórshavn, hevur kært dómin hjá Føroya rætti um el-rennihjól til landsrættin. Hann saknar eisini eina lóg á økinum

– Hetta var sum at fáa eitt spark í búkin, men eg eri tíbetur tvørur av lyndi og ætli mær ikki at gevast við ætlanunum at fáa rennihjólini út á havnargøtur.

Hetta sigur Ebenezer Tórarinn Ásgeirsson í viðmerking til FM1 um avgerðina hjá Føroya rætti fyrradagin. Hann hevur longu kært dómin hjá Føroya rætti víðari til landsrættin.

– So noyðist eg enn einaferð at fara í landsrættin við málinum. Seinast fekk løgreglan eisini viðhald í Føroya rætti, men ikki í landsrættinum, so eg havi góðar vónir, at landsrætturin sær øðrvísi upp á tað enn Føroya rættur. Men tað merkir so, at el-rennihjólini nokk ikki koma út á gøturnar í summar, sigur Ebenezer.

Føroya rættur kom fyrradagin til ta niðurstøðu, at el-rennihjól kunnu ikki nýtast í føroysku ferðsluni, tí at el-rennihjól eru motorrikin akfør, sum eru gjørd til fólkaflutning, og at tey tí skulu lúka treytirnar í ferðslulógini, millum annað um skráseting og ábyrgdartrygging.

Les eisini: El-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn sleppa ikki út á havnargøtur

Ongin lóg til skráseting
Av tí at el-rennihjól ikki lúka treytirnar fyri skráseting, ber ikki til at nýta el-rennihjól á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri.

Ebenezer Tórarinn Ásgeirsson ásannar, at tað ber ikki til at skráseta rennihjólini hjá Akstovuni, tí at tey passa ikki til treytirnar fyri skráseting.

– Hevði tað verið møguligt at skrásett el-rennihjólini, so hevði eg langtsíðan gjørt tað, men tað ber ikki til, sambært manglandi lóg á økinum.

Hann heldur tó, at ein loysn kundi verið at broytt lógina soleiðis, at til ber at skráseta el-rennihjólini.

Les eisini...  Avlýsing og broyting á leið 7

– Í londunum kring okkum, í Ísland og Danmark, hava tey lógir viðvíkjandi skráseting, so tað er bara at fáa gongd í føroyska lógarverki á økinum. Eg kann gott umseta lógina úr íslendskum til føroyskt, um so er, sigur stjórin og eigarin í Hopp Tórshavn, ið hervið rættir eina hjálpandi hond út til landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen.

– Og eg eri enn sinnaður at læsa el-rennihjólini inni fríggja- og leygarkvøld, um fólk bera ótta fyri, at full fólk fara at nýta el-rennihjólini og koma sær til skaða. Eg síggi hetta enn sum eina grøna loysn fyri Havnina, ið brandar seg við at vilja vera ein grøn kommuna, slær Ebenezer Tórarinn Ásgeirsson fast.