Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Avlýsing og broyting á leið 7

Talan verður um avlýsing á leið 7 bæði í dag og í morgin

Av tí, at Smyril siglir við niðursettari maskinorku, og at siglt verður vestanfyri, so kunnger Strandferðslan, at túrurin klokkan 21 av Krambatanga í kvøld, fríggjakvøld 20. oktokber, umframt túrurin klokkan 07 av Havnini leygardag 21. oktober, ikki verða sigldir.

Harumframt verður túrurin av Havnini klokkan 16 leygardagin, tann 21. oktober, framskundaður til klokkan 15.