Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Haribo hevur strikað tarvafektaran á Matador Mix-posanum

Matador Mix-góðgætisposin frá Haribo skal nú hava eina “meira passandi myndlýsing”

Størsti góðgætisframleiðarin í Evropa hevur broytt útsjóndina á vælkenda góðgætisposanum, Matador Mix, sum flest allir føroyingar kenna væl.

Á posanum hevur verið ein tarvafektari á, men frameftir verður tað ein “meira passandi myndlýsing”.

Tað skrivar stjórin í Haribo Danmark, Jannich Dribbern, til Kristeligt Dagblad.

– Matador Mix er skapt til at vera tann perfekti posin til eina hugnaliga løtu, og tað vísir tann nýggja myndlýsingin betur, skrivar Jannich Dribbern til avísina.

Stjórin ynskir ikki greiða frá, hví góðgætisframleiðarin hevur valt at broyta myndina á posanum, men hann sigur, at grafiska skiftið er farið fram fyri einari tíð síðan.

Sambært danska Kristiliga Dagblaðnum so fer navnið enn at vera tað sama, Matador Mix.

Ikki fyrstu ferð
Tað finnast dømi, at har góðgætisframleiðarar hava verið noyddir at skifta navn og innihald á teirra vøru.

Í 2020 broytti kendi danski ísurin Eskimo navn, eftir at nógv skýrdu hetta at vera rasistiskt yvirfyri grønlendska fólkinum.

Og í 2014 mátti Haribo broyta útsjóndina á lakressandlitinum í Skippermix, tí hetta var mett at vera rasistiskt.

Tá segði stjórin í Haribo Danmark, Jannich Dribbern, at Haribo ongantíð hevur havt í hyggju at særa nakran ella gera mismun, og at góðgætisframleiðarin fór at fylgja kjakinum um rasismu gjølla.

Soleiðis fer “nýggja” Matador Mix at síggja út (Mynd: Haribo)