Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Málið um Sernám: Ilt at siga, hvør sigur satt

Tað er torført hjá landsstýrismanninum at meta um, hvør sigur satt ella ósatt í málinum um misjøvn tilboð til børn við Down syndromi hjá Sernámi. Hetta sigur landsstýrismaðurin, sum frameftir vil tryggja, at vit ikki enda í somu støðu aftur

Tað er torført hjá landsstýrismanninum at meta um, hvør sigur satt ella ósatt í málinum um misjøvn tilboð til børn við Down syndromi hjá Sernámi.

Hetta sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, í svari til skriftligan fyrispurning frá Bárði á Lakjuni, tingmanni fyri Fólkaflokkin.

Bárður á Lakjuni vildi millum annað hava at vita, um landsstýrismaðurin helt, at tey foreldur, ið siga seg ikki hava fingið nøktandi hjálp og vegleiðing, siga ósatt.

Málið snýr seg um atfinningar móti Sernámi fyri at veita misjavna tænastu til børn við Down syndromi.

Tað eru ymiskar fatanir av støðuni, sigur landsstýrismaðurin, sum hevur hoyrt allar partarnar í málinum.

Allir partarnir hava lýst málið út frá hvør sínum sjónarmiði, og soleiðis sum landsstýrismaðurin skilir tað, hava allir partar eina grein í sínum máli.

Landsstýrismaðurin upplýsir, at hann hevur á fundi tann 15 mei kunnað allar partar um, at ætlanin er, veita Karlstad tænastu til øll foreldur at børnum og ungum við Down syndromi, sum ynskja tað. Karlstadmodellið er málvenjing til fólk við mál- talu- og samskiftistrupulleikum. Spurningurin um, hvussu hendan tænastan skal skipast, verður viðgjørdur í løtuni.

-Tað er umráðandi at hyggja frameftir og royna at tryggja, at vit ikki koma í líknandi støður aftur. Sum landsstýrismaður er tað mín evsta ábyrgd at tryggja, at stovnurin verður rikin skilagott og veitir eina so góða tænastu sum til ber, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum.