Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tað skal bera til at rinda við reiðum peningi

Um tað ber til at rinda við gjaldskorti, ber eisini til at rinda við reiðum peningi. Tað staðfestir Brúkaraumboðið í viðgerð av klagu frá einum borgara, sum ikki slapp at rinda fyri bátapláss við reiðum peningi

Um tað er møguligt at rinda við gjaldskorti, skal tað eisini vera møguligt at rinda við reiðum peningi.

Hetta hevur Brúkaraumboðið staðfest, eftir at hava viðgjørt eina klagu frá einum borgara, sum ikki slapp at rinda kommununi reiðan pening fyri bátapláss.

Borgarin skuldi rinda árliga gjaldið fyri bátaplássið í kommununi, men kommunan kravdi, at maðurin skuldi stovna eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu.

Brúkaraumboðið vísir kortini á, at tá tað er møguligt at rinda við gjaldskorti á kommunuskrivstovuni, so hevur borgarin rætt til at rinda við reiðum peningi. 

Brúkaraumboðið vísti á kontantregluna í gjaldslógini, sum ásetir, at gjaldsmóttakarar hava skyldu at taka ímóti reiðum peningi í tíðini frá klokkan 6 um morgunin til klokkan 22 um kvøldið, um teir taka ímóti gjaldskorti.

Kommunan hevur gjaldsterminal á kommunuskrivstovuni, sum verður brúktur til at fylla á el-kort, ið bátaeigarar nýta í bátahylinum, og Brúkaraumboðið metir tí, at kommunuskrivstovan hevur skyldu at taka ímóti reiðum peningi í avgreiðslutíðini.

Í kontantregluni eru nøkur undantøk, har rætturin at rinda við reiðum peningi ikki er galdandi, men Brúkaraumboðið metir ikki, at kommunan lýkir treytirnar fyri undantøkunum í hesum føri.