Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Næstan útselt við Djúpumýru

Tað er stórur áhugi fyri U21 landsliðnum, ið skal spæla í morgin kl.18.00 ímóti Andorra við Djúpumýru í Klaksvík.

Seinastu árini hevur U21 landsliðið fingið nógv góð úrslit. Í seinastu undankapping spældu teir 10 dystir og fingu 10 stig. Har kann nevnast 1-0 sigur ímóti Norðurmakedonia á útivølli og javnleikur ímóti Fraklandi á heimavølli.

Andrass Thomsen, landsliðssamskipari hjá FSF, sigur, at bert 200 atgongumerkir eru eftir og væntar, at hesi eisini vera seld áðrenn dystin í morgin.

Eyðun Klakstein, nýggjur venjari hjá U21 landsliðnum, sigur, at menn eru spentir; tað er góður stemmningur í hópinum, og tað er ikki minni hugaligt, at tað er stórur áhugi fyri dystinum. Tí vilja vit geva okkara viðhaldsfólki nakað afturfyri.

FM1 sigur frá U21 landsdystinum og byrjar at senda upptakt frá kl.16.05.

Atgongumerkir kunnu keypast á: https://fsf.atgongumerki.fo/webshop/event/2002249/order/info