Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Noah Mneney um sína fyrstu tíð í Noreg

Noah Mneney spælir nú yrkisfótbólt í Bryne í Noregi. Hann er nøgdur við fyrstu tíðina, men hann vil meira

Undan hesum kappingarárinum gjørdi Noah Mneney sáttmála við Bryne í Noreg.

Hann er hampiliga væl nøgdur við fyrstu tíðina, men ynskir at spæla ein enn størri leiklut fyri nýggja lið sítt.

Hoyr samrøðu við Noah, ið eisini sær fram til dystin móti Andorra við Djúpumýrar fríggjakvøldið.

Rúni á Reynatrøð gjørdi samrøðuna.