Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ferðsluátak í Klaksvík í gjárkvøldið – fýra mál skrivað niður

Í gjárkvøldið var løgreglan í Klaksvík, har ferðslan varð kannað. Fýra bilførarar koyrdu ov skjótt

Løgreglan var ein túr úti í Klaksvíkini í gjárkvøldið – um midnáttarleitið – og kannaði ferðsluna á staðnum.

Og tað hevði við sær, at fýra bilførarar vórðu skrivaðir niður í svørtu bók hjá politiinum.

Løgreglan gjørdi ferðslukanningar inni í býnum, har loyvt er at koyra 40 kilometrar um tíman, men fýra bilførar koyrdu skjótari enn 40. Tveir bilførar fingu bót og klipp í koyrikoyrtið, meðan tveir bilførar hava fingið treytað frádøming, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.

Treytað frádøming merkir, at tú sleppur at varðveita koyrikortið, um tú klárar eina eftiransandi koyriroynd (tað vil siga bæði eina teoriroynd og eina verkliga koyriroynd). Eftir hetta hevur tú eina royndartíð í trý ár.

Harumframt upplýsir vakthavandi, at ein seyður varð ákoyrdur í morgun í morgunferðsluni. Hetta var norðanfyri Hósvík.