Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Momoko fer aftur at verja málið hjá StÍF

Momoko Debes og StÍF hava gjørt avtalu um, at hon komandi kappingarár verjir málið hjá besta kvinnuliðnum eftir barnsburðarskeið

Momoko Debes er komin aftur at verja málið hjá besta StÍF-kvinnuliðnum. Momoko og StÍF hava gjørt avtalu um, at hon komandi kappingarár verjir málið hjá besta kvinnuliðnum eftir barnsburðarskeið. Hon hevur longu vant við liðnum í eina tíð.

– Eg eri sera spent at spæla aftur við StÍF. Í komandi kappingarári er nýggjur høvuðusvenjari (Dan M. Jürgensen) og broytingar eru á liðnum, so hetta er ein nýggj byrjan, men mær dámar væl nógvar avbjóðingar, sigur Momoko við heimasíðuna hjá StÍF.

Heimasíðan skrivar, at Momoko er ein sera góður málmaður, og megnar hon til tíðir at nærum steingja málið. Hon stóð sín fyrsta dyst fyri StÍF í desember í 2020, og átti ein týðandi leiklut í søguliga FM-heitinum, sum liðið vann í apríl 2021.

Áðrenn Momoko kom til Føroya, leikti hon hondbólt í bestu deild í Japan í trý ár.

– Í StÍF eru vit sera fegin um, at Momoko er komin aftur til StÍF, og fer nýggi høvuðsvenjarin m.a. at arbeiða fyri góðum samanspæli millum málverjustílin hjá Momoko og verjuleikarapartin, skrivar heimasíðan.

Momoko Debes (fyrr Nakamura) er 28 ára gomul og ættað úr Japan. Í fjør giftist hon við Jógvan Eli Debes og fingu tey ein son í fjør.