Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Håkan: – Vit arbeiða nógv við sálarliga partin

Føroyski landsliðsvenjarin sigur, at landsliðið hevur arbeitt nógv við tað sálarliga, síðan hann kom til, og tað byrjar at síggjast aftur nú, heldur hann

Tá Håkan Ericson gjørdist føroyskur landsliðsvenjari, gjørdi hann greitt beinavegin, at hann fór at hava nógv fokus á tað sálarliga aspektið hjá føroysku spælarunum. Igor Ardoris er “mental coach” hjá manslandsliðnum, ið er ein sálarligur venjari, sum Håkan Ericson eisini kallar fyri ein “lívstílsvenjara”, sum eisini hevur eyguni við heildini, hvussu spælarar eru fyri og hvat skal arbeiðast upp á.

– Nú gott og væl trý og eitt hálvt ár eftir, at hetta arbeiði fór í gongd, so byrja vit at síggja úrslit av hesum nú, heldur landsliðsvenjarin.

Tað eru níggju mánaðir síðan, at Føroyar og Kekkia seinast spældu dyst, tá Føroyar lógu rygg til eitt stórtap, 5-0 niðri í Brno í Kekkia, men landsliðsvenjarin vísir á, at tað eru tveir mátar at grípa dystin móti Kekkia upp á

– Antin mugu spælararnir hugsa um, at vit ikki mugu koma í somu støðu sum niðri í Brno í november í fjør, ella skulu spælararnir hava eitt “predator-mindset”, har vit hava meira fokus á, hvat tú gert, tá tú hevur vunnið bóltin, og tað er tað, ið vit hava arbeitt við gjøgnum vikuna, sigur føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson.

Hoyr landsliðsvenjaran koma eitt sindur inn á tað her: