Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Finalistarnir í fjør hittast við Løkin

Nú er greitt, hvørji lið møtast í 1. umfar og í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum

Steypafinalan í fjør, sum var millum NSÍ og KÍ, verður ikki endurtikin í ár. Tað er greitt, eftir at lutakast hevur verið til 1. umfar og til fjórðingsfinalurnar til ársins steypakapping hjá kvinnum.

Tað var Rannvá Biskopstø Andreasen, ið stóð fyri lutakastinum, sum var avgreitt í hálvleikinum í landskappingardystinum millum júst KÍ og NSÍ, sum varð spældur á Djúpumýru í Klaksvík mikukvøldið.

1. umfar (mikudagin 8. mai)
AB – Víkingur

Fjóðingsfinalurnar (mikudagin 12. juni)
HB – Skála
AB ella Víkingur – FC Hoyvík
NSÍ – KÍ
B36 – TB/FCS/Royn

Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar ávikavist 27. august og 25. september, meðan finalan verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober.

Kelda: Hans Erik Danielsen/FSF