Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kanariufuglarnir fylla 121 ár

Í dag fyllir Norwich City Football Club 121 ár

Tann 17. Juni 1902 tók ein bólkur av leikarum seg úr fyrrverandi felagnum og stovnaði Norwich City Football Club. Tvær ferðir hevur felagið vunnið League Cuppina og var við til at fáa Premier League av bakkastokki í 1992. Fyrsta árið í Premier League, 1992-93, fekk liðið eitt 3. pláss og tað er besta úrslit hjá felagnum í bestu deildini nakrantíð. 5 ferðir hevur liðið vunnið næstbestu deildina (1971-72, 1985-86, 2003-04, 2018-19 og 2020-21).

Upprunaliga spældu stovnararnir fyri Norwich Church of England Young Men’s Society, sum varð stovnað í 1888, men í 1902 tóku liðskiparin og varaliðskiparin seg úr felagnum, tí felagnum, eftir teirra tykki, tørvaði framsøkni. Teir savnaðu ein vinarbólk á Criterion Cafe tann 17. juni fyri at stovna Norwich City og spældu fyrsta kappingarføra dystin 6. september sama ár.

Teir spældu sum áhugaleikarar fyrstu tvey árini fyri síðani at gerast yrkisleikarar í 1904 eftir, at teir vórðu varpaðir út úr kappingum fyri áhugaleikarar, tí teir rindaðu leikarunum løn. Upprunaliga vórðu teir kallaðir the Citizens, men tað varð trokað burtur av Kanariufuglunum, tá formaður felagsins, sum sjálvur hevði kanariufuglar, eyknevndi liðið, og broytti búnarnir til gular og grønar.

Teir fóru uppí 3. deild Suður í 1921 og fluttu upp í 2. deild í 1934. Felagið flutti eisini til Carrow Road í 1935, har Norwich vann fyrsta dystin 4-3 ímóti West Ham tann 31. august framman fyri 29.779 áskoðarum, sum eisini var met. Tey næstu nógvu árini ferðaðist liðið millum tær báðar deildirnar, men í 1962 vann felagið League Cup á Rochdale. Felagið vann seg eisini í hálvfinaluna í FA Cuppini 1958-59, tá 3. deildarliðið fyrst vann 3-0 á Busby Babes hjá Manchester United og síðani varpaði Tottenham Hotspur út úr kappingini, men Luton var ov sterkt í hálvfinaluni.

Les eisini...  Hoyr seinastu áttandapartsfinalurnar í Firmakappingini: Smyril Line Cargo-Suðuroyar Sparikassi í Havn og Posta-Hotel Brandan/Hafnia og lutakastið til fjórðingsfinalurnar
Carrow Road

Í 1972 spældi Norwich fyrstu ferð í bestu deildini, men gleðin var stokkut, tí felagið flutti niður aftur eftir tvey kappingarár. Bæði í 1973 og 1975 var liðið á Wembley í League Cup finaluni, men tapti fyri ávikavist Tottenham Hotspur og Aston Villa. Felagið gjørdist síðani og jojo-lið millum báðar bestu deildirnar, men vann League Cup á øðrum sinni í 1985 – hesaferð á Sunderland. Kortini flutti felagið og gjørdist fyrsta felagið, sum vann eitt stórt steyp og flutti niður. Var tað ikki nokk, so frátók syrgiliga vanlukkan á Heysel leikvøllinum felagnum fyrstu europeisku luttøkuna.

Í 1988-89 endaði liðið á 4. plássi í bestu deildini og vann seg í hálvfinaluna í FA Cup, men bannið stóð við,so felagið varð aftur sýtt europeiska luttøku. Felagið vann aftur í FA Cup hálvfinaluna í 1992, áðrenn tað gjørdist eitt av stovnandi feløgunum av Premier League í 1992. Fyrsta árið blandaði felagið seg í oddastríðið, men endaði kappingarárið minni gott aftan á Manchester United og Aston Villa.

Árið eftir luttók felagið fyrstu ferð – og higartil einastu ferð – í UEFA Cuppini, tá tað tapti fyri Inter, men gjørdist fyrsta bretska felagið, sum vann á Bayern München á Olympiastadion.

Í 2009 flutti liðið niður í 3. bestu deildina, tá tað tapti 2-4 fyri Charlton Athletic, sum longu var flutt niður. Fyrsta dystin í nýggja kappingarárinum tapti liðið 1-7 fyri Colchester og nápaði felagsstjóran har, Paul Lambert, sum beinanvegin flutti liðið upp aftur í Premier League eftir tvær uppflytingar á rað, sum Manchester City eisini megnaði í 2000. Tá fór Aston Villa avstað við Paul Lambert. Undir Chris Hughton var liðið ósigrað í 10 dystum á rað í Premier League, men sveiggini hildu fram og í 2021-22 flutti liðið niður úr Premier League fyri sættu ferð, sum eisini er met.