Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stjørnuleikarin skifti til spanska stórfelagið

20 ár síðani, at stjørnuleikarin skifti frá Manchester United til Real Madrid.

Tann 17. juni 2003 seldi Manchester United stjørnuleikaran, David Beckham, til spanska stórfelagið Real Madrid.

Beckham skrivaði undir við Manchester United í 1991 sum 14 ára gamalur og var við til at vinna eina røð av kappingum fyri Old Trafford felagið, harímillum seks Premier League meistaraheiti, tvey FA Cup steyp og eitt Champions League steyp. Sjálvur vann hann fleiri heiðrar, harímillum ársins leikari 1996-97, besti klubbleikari í UEFA 1999 og útnevndur ársins ítróttamaður av BBC í 2001. Samanlagt spældi Beckham 394 dystir fyri Reyðu Devlarnir og skoraði 85 mál.

Hóast tað lá væl fyri á vøllinum, so versnaðu viðurskiftini millum hann og felagsstjóran, Alex Ferguson, í árinum 2000 orsakað av økta virkseminum hjá Beckham uttan fyri vøllin og at hann gjørdist heimskendur, tá hann giftist við Victoriu “Posh Spice” Adams í 1999. Sambandið millum leikaran og felagsstjóran rakti botnin tann 15. februar 2003, tá United tapti fyri Arsenal í FA Cuppini og Ferguson sparkaði eina gaggu, sum rakti Beckham beint oman fyri eygað og hann mátti seymast.

Sambandið stóð ikki til at bjarga og eftir kappingarárið seldi Manchester United Beckham til Real Madrid fyri £25 milliónir tann 17. juni 2003. Skiftið varð endaliga avgreitt tann 1. juli og Beckham gjørdist triði onglendingurin, sum spældi fyri spanska stórfelagið. Fyrstur var Laurie Cunningham (1979-1984), Steve McManaman (1999-2003) og síðani Michael Owen (2004-2005) og Jonathan Woodgate (2004-2007).

Eftir tólv ár við Manchester United byrjaði ein flakkandi fótbóltstilvera fyri Beckham. Hann spældi bara fýra kappingarár við Real Madrid, sum vann meistaraheitið í 2006-07. Summarið 2007 skifti hann til USA, har hann spældi við MLS-felagnum LA Galaxy. Har spældi hann til 2012, íroknað tvey útlán til AC Milan í 2009 og 2010 fyri síðani at steðga fótbóltslívsleiðini hjá Paris Saint-Germain í 2013.

Les eisini...  Jákup Martin: Gott at fáa tað fyrsta stigið - men vit kundu saktans fingið trý

David Beckham gjørdist fyrsti onglendingurin, sum vann meistaraheitið í fýra londum: Onglandi, Spania, USA og Fraklandi. Hann spældi 115 landsdystir, sum var met fyri útileikarar fram til 2016, og skoraði 17 mál.