Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Knudsen byrjar uppi í topp

Håkan Ericson hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í EM-undankappingardystinum móti Kekkia. Í topp byrjar sonur mannin við topphúgvuni, Petur Knudsen

Fyri 33 árum síðani var Knudsen í málinum. Men tíðirnar broytast, og tað sæst eisini aftur á føroyska manslandsliðnum. Nú vit skriva 2023, verður Knudsen ikki í topphúgvu, men upp í topp, tí hann byrjar uppi í álopinum.

Håkan Ericson, A-landsliðsvenjarin hjá monnum hevur sett liðið, ið byrjar á vøllinum í EM-undankappingardystinum móti Kekkia, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45.

Talan verður um eina 5-4-1-spæliskipan.

Teitur Gestsson verður í mál, og verjuna manna Gilli Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Gunnar Vatnhamar og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari. Á miðvøllinum frá byrjan vera Jóannes Bjartalíð, René Shaki Joensen, Jákup Andreasen og Sølvi Vatnhamar, og fremsti maður verður Petur Knudsen.

Á bonkinum eru Mattias Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Hanus Sørensen, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham, Rógvi Baldvinsson, Andrass Johansen, Magnus Egilsson, Stefan Radosavljevic, Klæmint Olsen, Hannes Agnarsson og Jóan Símun Edmundsson.