Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aston Villa hava fingið nýggjan ítróttarstjóra

Aston Villa hava sett tann 54 ára gamla Monchi sum nýggjan ítróttarstjóra

Ramón Rodríguez Verdejo, mest kendur kendur sum Monchi, er blivin kunngjørdur sum nýggjur ítróttarstjóri í Aston Villa.

Í ár 2000 byrjaði yrkisleiðin í spanska felagnum Sevilla, tá ið hann setti í verk eina nýggja strategi um menningina av ungum leikarum og keypspolitikkin av nýggjum leikarum.

Leikarar sum Diego Capel, Alberto Moreno, Jésus Navas, Antonio Puerta, Sergio Ramos og José Antonio Reyes vóru til dømis leikarar ið fingu gjøgnumbrot í Sevilla.

Eisini kunnu nevnast Adriano, Dani Alves, Júlio Baptista, Federico Fazio, Seydou Keita og Ivan Rakitic, sum felagið hevur keypt og síðani tjent stóran pening við víðarisølu.

Í tíðarskeiðnum frá 2000 til 2017 vann felagið Europa League fimm ferðir og Copa del Rey tvær ferðir. Hann gavst í Sevilla í 2017 og fór síðani víðari til AS Roma. Tvey ár seinni kom hann aftur til Sevilla, síðani hevur felagið vunni Europa League tvær ferðir.

Í Aston Villa fer hann aftur at arbeiða saman við venjarnum Unai Emery, sum eisini hevði eina stórheitstíð í Sevilla.