Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Avrikið má og skal vera betri móti Albania

Gestir hjá Agnari Prestá í fyrra tímanum av 10´aranum, ið var um avrikini hjá U21-landsliðnum og A-landsliðnum móti Andorra (2-2) og Kekkia (0-3) á heimavølli vóru í studionum landsliðslegendan, Allan Mørkøre og fótbóltsviðmerkjarin, Teitur Joensen. Allan og Teitur eru samdir um, at A-landsliðið má avrika munandi betri móti Albania á Tórsvølli í annaðkvøld, men teir eru rúkandi ósamdir um hvørt Jóan Símun Edmundsson átti at verið úttikin til landsliðið.

Tøkningur: Heri Simonsen