Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Spania vann Nations League-kappingina

Hetta skuldi verða fyrsta steypið, ið Kroatia skuldi vinna í fótbólti, men Spania dró longra stráið, tá spaniólar í gjarkvøldið vunnu Nations League-kappingina upp á brotssparkskapping

Í gjárkvøldið varð finalan í hesari Nations League-kappingini spæld í Rotterdam í Niðurlondum. Í finaluni vóru Spania og Kroatia, men dysturin fer ikki í søgubøkurnar fyri undirhaldandi spælið. Tó fekk Nations League-finalan ein spennandi enda.

Spania vann 5-4 upp á brotssparkskapping móti Kroatia, men tað skuldu 12 brotsspørk til, áðrenn vinnarin bleiv funnin.

Tað var eingin vinnari eftir 90 minuttum, og tá hvørgan av liðunum heldur ikki fekk mál í longdu tíðini, so mátti dysturin avgerast frá 11-metrablettinum.

Aymeric Laporte kundi avgera finaluna við fimta og seinasta sparkinum, men hann skeyt bóltin á tvørtræið, eftir at spanski málverjin, Unai Simon, hevði bjargað skotinum frá kroatiska Lovro Majer.

Men Kroatia fekk ikki møguleika at fegnast so leingi, tí Kroatia brendi longu sítt næsta brotsspark, og so kundi Dani Carvajal avgera finaluna við einum sonevndum Panenka-brotssparki, tá hann lobbaði bóltin mitt í málið.

Hetta er fyrstu ferð, at Spania vinnur Nations League-kappingina, og hetta er samstundis fyrsta steypið hjá spanska fótbóltslandsliðnum síðan 2012, tá landið vann EM-finaluna.