Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fótbóltsskýlið: Spennandi dystir bæði í toppi og botni

Í Fótbóltsskýlinum verður komandi umfar í Betri Deildini viðgjørt, og so AB er farið í samstarv við FC Keypmannahavn. Vit tosa við tvey umboð frá AB, hvat tey væntar sær av hesum samstarvinum

Lagt er upp til eitt sera spennandi umfar í Betri Deildini, har vit møguliga fara at fáa ábendingar um, hvussu toppstríðið og botnstríðið fer at síggja út.

Føroyska El Clásico verður á skránni sunnudagin, tá HB tekur ímóti meistaraliðnum, KÍ, sum HB knógvaði í Stórsteypadystinum fyrr í ár.

Víkingur hevur fingið eina flúgvandi byrjan, og alt er líkt til, at felagsliðið úr Eysturkommunu fer at fáa sín 18. sigur á rað, tá uppflytarin av Skála kemur á vitjan í Sarpugerði.

B36 hevur eisini fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, og liðið ætlar sær at vera við í FM-stríðnum í ár, og tí skal dysturin við Løkin í Runavík helst vinnast.

Við Margáir bresta EB/Streymur og ÍF saman, og hesin dystur kann vera avgerandi fyri, hvussu botnstríðið kann fara at síggja út.

Mánakvøldið verður eisini ein áhugaverdur dystur á skránni á Svangaskarði, tá B68 og 07 Vestur møtast. B68 hevur havt trupulleikar at fáa mál, meðan 07 Vestur hevur fingið sjey stig í fýra dystum, sum er besta byrjanin hjá felagsliðnum úr Vágum í Betri Deildini.

Gestir eru Heidi Lava Elgeirsdóttir og Heðin Askham, og vit byrja at senda klokkan 15.05.

AB og FCK samstarvsfeløg
Kunnu frensar og leyvur spæla saman?

Jú, tað ber til – á fótbóltsvøllinum.

Tann 1. januar í ár gjørdust AB og FCK samstarvsfeløg, men hvat merkir tað í roynd og veru?

Klokkan 16 koma Philip Eades og Jónas Stenberg frá AB at tosa um samstarvið, ið AB hevur fingið í lag við FC Keypmannahavn.

Vertur er Sigurjón Einarsson og tøkningur er Heri Simonsen.