Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vil hava landsstýrismálanevndina at kanna Aksel og Høgna

Bárður á Steig Nielsen vil nú hava landsstýrismálanevndina at kanna, hvørt Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal hava borið fram skeivar upplýsingar í sambandi við arbeiðið at seta í verk herd tiltøk móti Russlandi

Landsstýrismálanevndin hevði fund fyrrapartin í dag, og sambært Kringvarpinum snúði fundurin seg um, at Bárður á Steig Nielsen, formaður í sambandsflokkinum, vil hava nevndina at kanna, um Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hava borið fram skeivar upplýsingar í sambandi við arbeiðið at seta í verk herd tiltøk móti Russlandi.

Landsstýrismálanevndin hevur til endamáls at hava eftirlit við, um løgmaður og landsstýrisfólk hansara halda seg innan lógarinnar karmar, og sambært stýrisskipanarlógini kann landsstýrismálanevndin krevja av løgtingsformanninum, at hann setir ein kanningarstjóra at kanna landsstýrisfólkini, um illgruni er um, at tey ikki hava borið seg rætt at.

Í landsstýrismálanevndini sita Bárður á Steig Nielsen, Hanna Jensen og Hans Jacob Thomsen, sum eisini er formaður.

Sambært Kringvarpinum fer landsstýrismálanevndin at kanna málið nærri, áðrenn tað fæst at vita, um hon tekur tað til viðgerðar.