Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Johan Dahl: Løgmaður skal langa nevan í borðið

Grønland gevst fyribils í Norðurlandaráðnum, og stendur tað til Johan Dahl, so eiga Føroyar at gera tað sama

– Eg var bangin fyri, at handan avgerðin fór at koma úr Grønlandi, tí á fundi í Oslo í oktober í fjør var Muté B. Egede sera hvassorðaður í sínari útsøgn um Norðurlandaráðið og stjórnarsamstarvið, ið Grønland hevur við ráðið.

Tað sigur Johan Dahl, annað løgtingsumboðið í Norðurlandaráðnum, við Kringvarpið, nú Muté B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, í dag hevur boðað frá, at Grønland fyribils gevst við stjórnarsamstarvinum í Norðurlandaráðnum, eftir at tað er komið fram, at Grønland, Føroyar og Áland ikki sleppa á summarfund hjá norðurlendsku stjórnarleiðarunum í mai.

Tað kunngerð Muté B. Egede í opnum brævi í dag.

Og stendur tað til Johan Dahl, so eiga Føroyar at gera tað sama.

– Eg haldi, at løgmaður skal langa nevan á borðið og trýsta á pausuknøttin, soleiðis at vit, ið hava stríðst fyri fullum føroyskum limaskapi, fáa stuðul frá løgmanni eisini, soleiðis at Danmark, Svøríki og Finnland, sum ikki eru so heit fyri føroyskum limaskapi, fáa at vita, at tey eiga at umhugsa seg einaferð afturat

Johan Dahl, løgtingsumboð í Norðurlandaráðnum, vísir á, at Føroyar hava biðið um at fáa fullan limaskap í fleiri umførum, men hava ikki fingið tað enn.

– Hetta málið er somikið álvarsamt nú, at eg meti, at tað hevði verið ein ólukka, um Føroyar og Grønland fóru úr norðurlendska samstarvinum, tí má ein loysn finnast í hesum málinum, sigur Johan Dahl.