Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Evropeiska lutakastið á FM1 klokkan 13

Í samband við, at KÍ, Víkingur, HB og B36 í dag finna útav, hvat fyri evropeisk mótstøðulið tey møta í summar, so sendir FM1 frá lutakastinum í dag

Í samband við, at KÍ, Víkingur, HB og B36 í dag finna útav, hvat fyri evropeisk mótstøðulið tey møta í summar, so sendir FM1 frá lutakastinum í dag.

Byrjað verður at klokkan 13, tá KÍ skal finna sítt mótstøðulið í Champions League-undankappingini, og vit senda eisini klokkan 14, tá Víkingur, HB og B36 finna síni mótstøðulið.

Í samband við sendingina, so verður eisini eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá Atlantic Airways at vinna.

Tað einastu, tú skalt gera, er at siga okkum, hví tú skalt vinna gávukortið – og tað gert tú við at senda eitt SMS á telefon 559999 og skrivar “Atlantic Airways” og hví tú skalt vinna gávukortið.

Gestir í studio eru Tróndur Arge og Sigurjón Einarsson.

Vertur er Petur Jákup Heinesen.