Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

– Sjúkurakt arbeiðsfólk eru eisini stúrin um fíggjarstøðuna

Súsanna Bertholdsen vil hava at vita, um landsstýriskvinnan heldur tað vera nøktandi, at sjúkurakt tímalønt einans fáa 80 prosent av lønini í sjúkradagpeningi

Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, vil nú hava at vita, hvussu verður við arbeiðinum at endurskoða sjúkradagpeningaskipanina til tímalønt, og í tí sambandi hevur hon sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almannamálum, fyrispurning um hetta sama.

Súsanna Bertholdsen vísir á, at hóast broytingar vórðu gjørdar í sjúkradagpeningalógini í fjør, eru framvegis stórar avbjóðingar við skipanini, sum hava við sær, at tímalønt kunnu koma rættiliga illa fyri, gerast tey sjúk.

Eitt arbeiðsfólk fær í mesta lagið útgoldið 80 prosent av einari arbeiðsmannaløn í sjúkradagpeningi, tá sjúka rakar, men fyri at gera ilt verri, so verður sjúkradagpeningurin roknaður út frá miðalinntøkuni seinastu fimm vikurnar. Og hevur arbeiðið verið óstøðugt seinastu fimm vikurnar, sum tað stundum er til dømis á einum flakavirki, so ávirkar hetta inntøkugrundarlagið og harvið eisini sjúkradagpeningin.

-So umframt at hava sjúku at dragast við, skal viðkomandi eisini stúra um fíggjarstøðuna, sigur Súsanna Bertholdsen, sum eisini vil hava at vita frá landsstýriskvinnuni, um landsstýriskvinnan metir tað vera nøktandi, at eitt tímalønt arbeiðsfólk bert fær útgoldið 80 prosent av einari arbeiðsmannaløn, tá sjúka rakar.

Sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðarafelag fór tímalønin 1. Mei í ár upp á 144,99 krónur um tíman. Um arbeitt verður 40 tímar um vikuna, gevur hetta eina mánaðarløn á 23.198 krónur. 

Loftið á sjúkradagpeninginum er 80 prosent, og hetta merkir, at ein tímaløntur arbeiðari situr eftir við 18.558 krónum um mánaðin.