Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Klæmint Olsen og Jóan Símun Edmundsson byrja inni

Håkan Ericson hevur framt tríggjar broytingar á føroyska liðnum til dystin móti Albania, samanborið við teir fyrstu ellivu, ið byrjaði móti Kekkia

Í kvøld klokkan 19:45 tekur føroyska manslandsliðið ímóti Albania á Tórsvølli. Og um samanborið verður við dystin fyri trimum døgum síðani, tá Kekkia var á vitjan, hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson framt tríggjar broytingar í byrjunaruppstillingini.

Teitur Gestsson verður í mál, og verjuna manna Hanus Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari. Á miðuni vera René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup Andreasen og Sølvi Vatnhamar, meðan fremstir vera Klæmint Olsen og Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum eru Mattias Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham, Rógvi Baldvinsson, Andrass Johansen, Magnus Egilsson, Brandur Olsen, Stefan Radosavljevic, Petur Knudsen, Hannes Agnarsson og Jóannes Bjartalíð.

Undan dystunum í dag, er Kekkia fremst í bólkinum við sjey stigum. Albania og Pólland hava trý stig, Moldova hevur tvey, meðan Føroyar hava eitt stig.