Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Avloysarin hjá Monchi er funnin

Víctor Orta verður nýggjur ítróttarstjóri í Sevilla og avloysir tann víðagitna Monchi.

Víctor Orta er váttaður á heimasíðuni hjá Sevilla sum nýggjur ítróttarstjóri og hevur skrivað ein 3 ára sáttmála við felagið.

Tann 44 ára gamli spaniólin tekur sætið eftir Monchi, sum fór til Aston Villa í vikuskiftinum.

Hettar er aðru ferð Víctor Orta er í felagnum. Millum 2006 og 2013 var hann tekniskur stjóri í felagnum,

Síðani tá hevur hann verið ítróttarstjóri í Elche, Middlesbrough og Leeds. Hansara størsta avrik var millum annað setanina av Marcelo Bielsa í Leeds, sum fekk teir upp aftur í Premier League í 2020.

Í eitt gott ár var hann eisini tekniskur stjóri í Zenit St. Petersburg.