Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nær við men tó so langt frá

Albania brendi eitt hav av málmøguleikum, og tí lúrdi javnleikurin eina løtu. Men tá orkan byrjaði at ganga undan hjá føroyingum, staðfesti Albania sigurin heilt móti dystarenda

Føroyar 1 – Albania 3.

(Tórsvøllur): Føroyska liðið skuldi reisa seg eftir ósigurin móti Kekkia leygarkvøldið, men føroyingar fingu ein hvøkk beinavegin í dystinum, tá albanar skoraðu eftir ein minutt, men tíbetur koyrdi linjuverjin flaggið upp fyri rangstøðu, og fólkini í VAR-rúminum vóru samd við linjuverjan í hesum.  

Munurin millum dystin leygarkvøldið og í kvøld var tann, at føroyska liðið hevði eitt horna og eitt spark upp á mál í fyrsta korterinum, so tað var longu frægari enn í øllum dystinum móti Kekkia.

Men enn vóru ov nógvar óneyðugar sendingar, og onkursvegna virkaði føroyska liðið ikki heilt í balansu, og tá sást aftur, tá 19 minuttir vóru leiktir. Tveir føroyskir spælarar fara eftir sama bólti uppi á miðjuni og renna saman. Albanar gera skjótt av og fara í mótálop. Teir spæla skjótt eitt-tvey smáspæl frameftir. Nedim Bajrami leggur bóltin til ein av sínum viðspælara og rennur so sjálvur ótarnaður í dýpdina, uttan at nakar føroyskur verjuspælari leggur merki til hetta. Bólturin verður spældur aftur til Bajrami ytst úti við føroyska brotsteigin til høgru, og hann skjýtur bóltin í niðara handara horn, har Teitur er prísgivin. 1-0 til Albania.

Føroysku spælararnir høvdu tað øgiliga trupult, tá albanar runnu í dýpdina, og tað var við at enda galið aftur eftir at ein hálvur tími varð leiktur, tá ein albani rennur í dýpdina, ið spjaðir føroysku verjuna sundur. Bólturin verður spældur fram til Sefari, sum var farin á eina safari afturum føroysku verjuna, og so er ein føroyskur verjuspælari ov seinur við takklingini. Brotsspark til Albania, og eitt stórt suff fór runt um Tórsvøll.

Tó hoyrdist eitt ordans róp stutt aftaná, tá Teitur bjargaði brotssparkinum.

Les eisini...  Samrøða við Jákup Martin eftir 0-0 javnleikin

Ofta skal ein tílík støða til at broyta ein dyst, og tað virkaði eisini sum um, at føroyska liðið ressaðist nakað eftir albanska brotssparkið. Spælararnir virkaðu nú meira ágrýtnir, og onkur hálvur kjansur spurdist burturúr seinasta korterið av fyrra hálvleiki.

Móti endanum av fyrra hálvleiki eru føroyingarnir tó aftur óneyðugir við einari sending frameftir vølli, tá ein albani verður spældur rímiliga fríur á miðjum vølli. Hann trekkir móti føroyska málinum, men skotið fer tíbetur við síðuna av.  

Og løtu seinni er aftur við at ganga galið við einari albanskari renning í dýpdina, ið spjaðir føroyska liðið, men skotið fer uppum – tíbetur.

Men so leingi, at støðan bara er 1-0, so er kenslan tann, at mann enn er við. Bjargingin hjá Teiti hevði givið føroysku spælarunum meira áræði, men tá vit hildu, at hálvleiksstøðan skuldi vera 1-0 til Albania, so fingu føroysku spælararnir – ja, allur Tórsvøllur okkurt at frøast yvir. Gunnar Vatnhamar hevði fingið ein lítlan alboga í nakkan, so fríspark bleiv dømt til Føroyar beint frammanfyri miðjuna. Fólk á áskoðaraplássinum høvdu hug at spyrja hvønn annan, hví Jóan Símun Edmundsson skuldi skjóta frísparkið, men vit fingu sjón fyri søgn, tá Jóan Símun leggur ein perfektan bólt innfyri, har sterki miðverjin Odmar Færø reisti seg sum Tindhólmur í havsbrúnni, tá tú siglir úr Mykinesi og móti Sørvági, og stútaði bóltin í albanska málið.

1-1 í hálvleikinum.

Føroyingar framdu ein útskifting í hálvleikinum. Út fór Jákup B. Andreasen og inn kom Jóannes Bjartalíð, og sami Bjartalíð vísti seg fram beinavegin í byrjanini av seinna hálvleiki, tá hann hegnisliga legði bóltin innfyri úr vinstru. Albanar fáa ikki ordiliga rudda bóltin burtur, og so kunnu føroyingar aftur fara í álop, har Sølvi verður spældur fríur úti í høgra borði, og tá er hann vandamikil. Hann dregur móti baklinjuni, men tá hann leggur bóltin útfrá til yngra bróðurin, kemur ein albanskur fyri í síðstu løtu.

Les eisini...  Dráttur og Fleyr spæla fyrru FM-finaluna í kvøld

Løtu seinni hevur Albania horna í vinstru. Bólturin verður lagdur stutt útfrá til Kristjan Asllani, ið stendur heilt fríur uttanfyri føroyska brotsteigin. Hann sleppur at leggja bóltin væl til rættis, og so ger hann ikki mætari enn at smekka bóltin upp í trýkantin, og so var Albania aftur á odda, 2-1.

Føroyingar vóru um reppið at svara aftur beinavegin, tá Jóannes Bjartalíð sendir ein perfektan frísparksbólt innfyri til ein púra frían Odmar Færø, ið bara skal fáa onkra nerting á bóltin, men tíverri fyri hann og Føroyar, so rakar Odmar ikki bóltin, sum sleppur at sigla framvið albanska málinum.

Og tá føroyingar skulu til at satsa meira, so er tað altíð vandamikið, tá mótstøðuliðið fer í mótálop. Tá ein tími er leiktur, átti Albania at skora í yvirtalsstøðu, men tíbetur brendu albanar rættiliga nógvar av sínum málmøguleikum í kvøld, og hetta skotið fór beint við síðuna av.

Men føroyingar løgdu meira fyri í álopspartinum í seinnu helvt av seinna hálvleiki, har føroysku spælararnir nú vunnu nógvar bóltar longur uppi á vøllinum. Tá 70 minuttir vóru leiktur er Jóannes Bjartalíð aftur upp á spæl í vinstru síðu. Hann sneiðir ein albanskan spælara so mikið nógv, at hesin veit ikki hvønn veg hann skal hyggja. Jóannes leggur bóltin til handaru stong, har innskifti Andrass Johansen setur høvdið á bóltin, men bólturin fór beint við síðuna av.

Í endanum av dystinum trýsti føroyska liðið nógv fyri at fáa javnleikin. Jóannes var heilt nær við, tá hann smekkaði til úr høgru, men umvegis eitt albanskt bein, fór bólturin spakuliga dansandi framvið stongini til hornaspark. Í næsta álopinum spælir ein føroyskur spælari ein albana heilt frían, men føroyska liðið rennur væl aftur og fær vart fyri.

Les eisini...  Freistin til Veðurlagsvirðislønina úti um eina viku

Móti dystarenda sást, at albansku spælararnir brúktu nógva tíð upp á at spilla tíðina, meðan orkan hjá føroyingum byrjaði at ganga undan. Í eini roynd at fáa meira tyngd í loftspælið, var Odmar fluttur fram, og so var tunt har afturi í føroysku verjuni. Beint sum klokkan fór um teir 90 minuttirnar vórðu føroyingar spældir tunnir, og so kundi Ernest Muci staðfesta 3-1 albanska sigurin.

Ofta plagar Skansin at rópa á langsíðuna, hvar hon er, men í kvøld vóru tað mong á langsíðuni, ið undraðust hvar Skansin var, tí sektiónin hjá Skansanum var bert hálvfull. Men Skansin gjørdi sín part allar teir 90 minuttirnar, ið langsíðan ongantíð megnaði.

Tað var nær við og næstan, men við ósigrinum í kvøld – samstundis sum Moldova vann sín heimadyst móti Póllandi, so eru Føroyar nú aftast við einum stigi, meðan Moldova nú liggur á einum triðja plássi við fimm stigum. Pólland  er nú á fjórða plássi við trimum stigum.

Føroyar (4-4-2): Teitur Gestsson – Hanus Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Viljormur Davidsen, liðskipari – René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup Andreasen og Sølvi Vatnhamar – Klæmint Olsen og Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum vóru Mattias Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham, Rógvi Baldvinsson, Andrass Johansen, Magnus Egilsson, Brandur Olsen, Stefan Radosavljevic, Petur Knudsen, Hannes Agnarsson og Jóannes Bjartalíð.