Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hunter Biden fer at játta seg sekan

Hunter Biden væntast at fara at játta seg sekan í trimum ákærum, fyri soleiðis at sleppa undan fongsulsrevsing

Hunter Biden, sum er sonur amerikanska forsetan, Joe Biden, væntast í næstum at fara at játta seg sekan í tveimum brotum á skattalóg og eitt brot vápnalógina.

Sambært BBC er játtanin er avtala millum Hunter Biden og amerikanska løgmálaráðið, og ambært avtaluni skal Hunter Biden játta seg sekan í tilvitað at hava latið vera við at rinda skatt í 2017 og 2018, umframt at hava havt vápn um hendi, samstundis sum at hann hevur verið rúsevnismisnýtari.

Ákærurnar kunnu kosta Hunter Biden um 12 ár í fongsli, men játtanaravtalan hevur væntandi við sær, at Biden sleppur undan at sita í fongsli.

Hunter Biden, sum hevur greitt frá, at hann hevur havt trupulleikar við rúsevnum, skal væntandi eisini í rúsevnisviðgerð sum partur av avtaluni.

Viðurskiftini kring Hunter Biden vóru nógv frammi undir valstríðnum í 2020, og serliga løgdu republikanarar dent á, at handilsviðurskifti hansara uttanlands benda á korruptión.

Avtalan við løgmálaráðið er ikki fallin í góða jørð hjá republikanarunum, sum halda, at Hunter Biden sleppur ov lætt, tí pápi hansara er forseti.