Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Spyr landsstýriskvinnuna um Bústaðir

Eirikur í Jákupsstovu vil hava at vita, hvussu Bústaðir verður brúkt sum eitt bústaðarpolitiskt amboð

Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, vil hava at vita frá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, um Bústaðir nú verður brúkt sum eitt bústaðarpolitiskt amboð.

Tað ger hann við einum grein 52-fyrispurningi til landsstýriskvinnuna.

Eirikur sigur, at tað er ein fatan millum fólk, at Bústaðir hevur bygt sera fáar búeindir seinastu árini, sum ikki eru til serlig endamál. 

Hann vísir á, at í vár, tá heimildin hjá Bústøðum at byggja saman við privatum varð broytt frá “skal” til “kann” skiltist, at útlitini fyri bygging fóru at batna munandi, eisini saman við privatum aktørum. 

Bústaðir hevur alment kunnað um, at nakað fer at verða bygt í nærmastu framtíð, harav 44 búeindir eru í høvuðsstaðnum og 25 kring landið (18 í yvirtiknari verkætlan í Fuglafirði og sjey í Streymnesi). 

– Í hesum sambandi er áhugavert at fáa at vita, hvussu mynstrini hava verið seinastu árini, og hvussu landsstýrismaðurin ætlar at brúka Bústaðir sum bústaðarpolitiskt amboð nú og komandi árini, skrivar løgtingsmaðurin fyri Tjóðveldi í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Hann spyr landsstýriskvinnuna hesar spurningar:

  1. Hvussu nógvar vanligar búeindir, og hvar í landinum, hevur Bústaðir bygt seinastu fýra árini?
  2. Hvussu nógvar vanligar búeindir, og hvar í landinum, hevur Bústaðir í gerð?
  3. Hvussu stórur partur av hesum verkætlanum er saman við privatum?
  4. Hvussu nógvir fyrispurningar eru frá privatum kring landið til verkætlanir saman við Bústøðum, og hevur hetta broytt seg, síðan heimildirnar hjá Bústøðum broyttust í vár?
  5. Hvussu nógvar vanligar búeindir, og hvar í landinum, væntar landsstýrismaðurin, at Bústaðir fer at byggja komandi fýra árini?
  6. Hvør er grundgevingin fyri, at Bústaðir byggir búeindir í høvuðsstaðnum, tá sera nógvar reint privatar bústaðarverkætlanir eru í gongd har, meðan mynstrið ikki er tað sama kring landið?

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, hevur nú tíggju yrkadagar at svara fyrispurninginum.