Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Meldur kom í meistaraheitið

Tann 21. juni 1953 vann Kaiserslautern annað meistaraheitið, tá teir vunnu 4-1 á Stuttgart. Sigurin var seinasti í einari 4-ára røð, har tey bæði liðini skiftust um at vinna týska meistaraheitið.

1. FC Kaiserslautern varð stovnað í 1900 og endaði sum tveyari í 1910 og 1912, men síðani gekk afturá í nøkur, áðrenn liðið endaði aftast í deildini í 1944. Eydnan skifti, tá týska fótbóltsspælið byrjaði aftur í 1948, tá liðið tapti finaluna fyri 1. FC Nürnberg. Í 1950 taptu teir fyri VfB Stuttgart, sum seinni vann finaluna.

1. FC Kaiserslautern vann fyrsta meistaraheitið í 1951, meðan Stuttgart afturvann meistaraheitið í 1952. Í 1953 møttust so bæði liðini í finaluni um meistaraheitið. 80.000 áskoðarar sóu finaluna á Olympiastadion í Berlin og har var ongantíð nakar ivi um úrslitið. Kaiserslautern legði seg á odda 2-0 við málum frá Fritz Walter (37′) og Karl Wanger (57′), áðrenn Stuttgart svaraði aftur (Leo Kronenbitter 72′), og økti síðani um leiðsluna móti dystarenda við málum frá Erwin Scheffler (78′) og Wanger (83′), so endaliga úrslitið gjørdist 4-1.

Teir vóru aftur í finaluni í 1954 og 1955, men vunnu ikki aftur fyrr enn í 1991 og vunnu aftur fyri 4. ferð í 1998. Á vinnandi Kaiserslautern-liðnum spældi núverandi venjarin hjá 07 Vestur, Michael Schjønberg, og hann skoraði málið ímóti Bayern München í fyrsta dystinum, tá uppflytarin vann á verandi meistarum. Sveisiski miðvallarleikarin, Ciriaco Sforza, legði bóltin innfyri og Schjønberg skallaði bóltin í málið. Venjari hjá Kaiserslautern var Otto Rehhagel, sum hevði fingið sekkin frá júst Bayern München á vári 1996 og síðani vann EM 2004 við Grikkalandi.

Les eisini...  Pakkaboksir kring landið

Hinvegin hevur Stuttgart samanlagt vunnið fimm meistaraheiti (1950, 1952, 1984, 1992 og 2007).