Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

İlkay Gündogan til F.C Barcelona

Liðskiparin hjá Manchester City fer at spæla við F.C Barcelona komandi kappingarár.

İlkay Gündoğan hevur skrivað undir ein 2 ára sáttmála við F.C Barcelona í kvøld, sambært fleiri miðlum. Í sáttmálanum er eisini ein klausulur, um at leingja sáttmálan við einum árið afturat.

Gündoğan kom úr Dortmund til Manchester City í 2016 fyri 27 mió evrur. Tilsamans hevur hann leikt 304 dystir og skorað 60 mál fyri The Citizens.

Í sínari tíð við Manchester CIty hava teir vunnið hesi steypini: Premier League (5), Carabao Cup (4), F.A Cup (2) og Champions League (1).

Tann 32 ára gamli týski miðvallarin hevur verið liðskipari hjá Manchester City hettar kappingarárið og hevur ein sera týdningarmikil leikari hjá Pep Guardiola, tá ið teir bæði vunnu Premier League, F.A Cup og Champions League.

İlkay Gündoğan verður alment F.C Barcelona leikari, tá ið sáttmálin við Manchester City gongur út tann 30. juni.