Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Borgarstjórin vildi hava 14 vegir asfalteraðar áðrenn ólavsøku

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, vildi hava 14 vegir asfalteraðar áðrenn ólavsøku. Hetta verður av ongum, og ístaðin verða tríggir teirra asfalteraðir

Hóast Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, ynskti at fáa ein hóp av vegum í Havn asfalteraðar áðrenn ólavsøku, so verða tað bert tríggir vegir, ið fáa eitt ólavsøku face-lift á hesum sinni.

Heðin Mortensen hevði sett fram ynski um, at 14 vórðu asfalteraðir áðrenn ólavsøku, men umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur víst á, fleiri av hesum vegunum skulu asfalterast seinni í samband við annað arbeiði, so sum graviarbeiði hjá NET og kloakering.

Umsitingin metir, at samlaði kostnaðurin fyri at asfaltera allar 14 vegirnar, sum borgarstjórin vil hava asfalteraðar, liggur um fýra milliónir krónur.

Umsitingin heldur kortini, at tað er skynsamt fíggjarliga at asfaltera á Sverrisgøtu, niðara parti av Tórsgøtu, og – um fíggingin røkkur – Vaglið fram við nýggju tilgjørdu ánni oman á Havnará.

Tórshavnar býráð samtykti hesar asfalteringarnar í gjár, og mettur kostnaður verður ein millión krónur.

Vegirnir, ið borgarstjórin upprunaliga vildi hava asfalteraðar, eru hesir: 

Skiparagøta

Sigmundargøta

Skálatrøð

Grím Kambans gøta

Tórsgøta

Bryggjubakki

Mylnugøta

Sverrisgøta

Niels Finsens gøta

Áarvegur

Bøkjarabrekka

Húsabrúgv

Bringsnagøta

Bøgøta