Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ukraina fær onga serviðgerð at gerast limur í Nato

Hóast Nato-aðalskrivarin hevur sagt, at Ukraina skal hava serviðgerð at gerast limur í Nato, so siga myndugleikarnir í USA og Týsklandi, at Ukraina onga serviðgerð skal hava í samband við limaskap í Nato

Leygardagin segði amerikanski forsetin, Joe Biden, at Ukraina fær ikki fær ein lættari veg til limaskap í Nato. Landið skal liva upp til somu kriteriir, eins og øll hini londini.

Tað skrivar The Guardian.

Ukraina vónar at fáa eina “fast track” viðgerð inn í Nato, og aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, hevur eisini alment sagt, at limirnir í Nato eru samdir í hesum, men limalondini tosa ikki við ein munn.

Uttanríkisráðharrin í Bretlandi, James Cleverly, helt røðu í Ukraine Recovery Converence, ið var týsdagin og mikudagin í hesi vikuni, at øll lond í Nato eru samd um, at geva Ukraina eina “fast track” serskipan til at gerast Nato-limaland – eins og Svøríki og Finnland fingu fyrr í ár.

Uttanríkisráðharrin í Fraklandi, Catherine Colonna, var meira varin, men segði, at umstøðurnar eru broyttar síðan 2008, tá Ukraina seinast fekk bjóðað Nato-limaskap, livdi landið upp til treytirnar fyri upptøku.

Hinvegin sigur týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, at Ukraina kann ikki gerast limur, so leingi sum landið er í kríggj.

Tey 31 limalondini í Nato skulu vera samd, hvørjar treytir Ukraina skal hava fyri limaskap, men altjóða serfrøðingar meta, at fleiri lond fara at seta seg upp ímóti einari serviðgerð av Nato-limaskapi hjá Ukraina.

Til komandi Nato-toppfundin í Vilnius í Litava, í byrjanini av juli mánaði, fæst kanska nærri greiðu á, hvørjar treytir verða galdandi fyri Nato-limskapi hjá Ukraina.