Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Linn Mohr Augustinussen og Rógvi Kærbech vera gestir í kappróðrarsendingini á FM1 fríggjadagin

Fríggjadagin klokkan 15.05 skipar Petur í Gong fyri fjórðu kappróðrarsendingini á FM1. Tað fer at merkja sendingina, at róðurin komandi vikuskiftið er FM-róðurin á jóansøku á Tvøroyri. Linn Mohr Augustinussen av Tvøroyri og Rógvi Kærbech úr Vági vera gestir gestir í sendingini.