Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nokk stytsta flogleið í heiminum

Tann stytsta tekur einans 2 minuttir

Hetta eru ikki allar feskastu tíðindi, men áhugavert tó. Nú Atlantic Airways av álvara spílar seg út at flúgva føroyingar enn longur út í heim við nýggjastu rutuni til New York, sum tekur áleið 6 tímar, so eru nógvar stuttar flogrutur runt um í heiminum. Tær stytstu hjá Altantic Airways eru nokk til Edinburgh og Keflavíkar, sum liggja um 1½ tíma.

Tær 5 stystu flogleiðirnar eru:

5. Brazzaville í Kongo til Kinshasa í Demokratiska Lýðveldinum Kongo í Afrika. Flogleiðin tekur umleið 30 minuttir

Mynd: Republic of Congo

4. Minami-Daito til Kita-Daito í Japan. Okinawa er oyggjasamfelag í Japan, sum er samansett av 160 oyggjum og verða róptar “Japansku Hawaii oyggjarnar”. Hesin túrurin tekur bert 20 minuttir.

Mynd: NASA JOHNSON SPACE CENTER [PUBLIC DOMAIN]/ WIKIMEDIA COMMONS

3. St. Maarten til St. Barts í Karibiska havinum. Hesar oyggja liggja ikki langt frá hvørjum øðrum og møguleiki er sjálvandi fyri at sigla og síggja sera vøkru náttúruna, men hesin flogtúrur tekur bert 15. minuttir.

Mynd:  LEONARD ZHUKOVSKY/SHUTTERSTOCK

2. Connemara til Inis Meáin í Írlandi. Hesin túrur tekur á leið 10 minuttir men í góðveðri kann tað gerast enn styttri. Øll ferðafólkini skulu vigast áðrenn tey fara umborð á flogfarðið, sum tekur 8 fólk.

Mynd: Jan Miko

1. Westray til Papa Westray í Skotlandi. Hesar báðar oyggjar, sum eru partur av Orknoyggjum í Skotlandi, hava eitt lítið sund, sum skilir tær. Farleiðin millum hesar báðar oyggjar byrjaði fyri fleiri enn 50 árum síðani og er tað Logan Air, sum rekur hesa farleið. Túrurin er ikki langur og tekur bert 2 minuttir. Í góðveðri kann tað taka so lítið sum 47 sekund at flúgva hesa rutu.

Les eisini...  HB-ÍF beinleiðis á FM1 - leygardagin frá klokkan 17.55
Mynd: Aerotime

Hevur tú roynt nakra av hesum rutum?

Hevur tú eina góða og áhugaverda søgu at siga okkum, so ert tú vælkomin at skriva til okkum á post@fm1.fo