Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lántu 15,5 milliónir krónur úr menningargrunni í fjør

Føroyskar fyritøkur lántu í fjør 15,5 milliónir krónur úr Menningargrunni Útnorðurs (Vestnordenfonden)

Menningargrunnur Útnorðurs veitir lán til fyritøkur í sambandi vid til dømis keyp av bygningum, maskinum og bátum. Grunnurin veitir ikki rakstrarfígging.

Grunnurin veitti 12 nýggj lán í 2022 til fyritøkur í Føroyum og Grønlandi, ið samlað var ein upphædd upp á 29 milliónir krónur.

Átta lán vórðu veitt í Føroyum fyri tilsamans 15,5 milliónir krónur, meðan fýra fyritøkur í Grønlandi fingu lán fyri eina upphædd upp á tilsamans 13,5 milliónir krónur.

Lánini hjá Menningargrunni Útnorðurs eru býtt soleiðis millum vinnugreinar:

  • Hotel og ferðavinna                  35 prosent
  • Handverk og smáídnaður           39 prosent
  • Fiskiídnaður og aling                  8 prosent
  • Flutningur                                   10 prosent
  • Aðrar vinnur                              8 prosent

Virksemið hjá Menningargrunni Útnorðurs – Vestnordenfonden – er at lána pengar út til fyritøkur í Føroyum og Grønlandi, og harvið verða við til at menna eitt fjøltáttað og kappingarført vinnulív í útnorði.