Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroysk mjólk fíggjar nýggjar venjarar til grønlendska kvinnuhondbóltslandsliðið

MBM stuðlar grønlendska hondbóltssambandinum, TAAK, so ráð verður til at seta eitt nýtt venjaratoymi í starv, sum skal taka sær av kvinnulandsliðnum í hondbólti

Grønlendska hondbóltssambandið, TAAK, hevur havt fíggjarligar trupulleikar í seinastuni, sum millum annað hevði við sær, at hondbóltssambandið mátti siga landsvenjaranum hjá kvinnulandsliðnum úr starvi, men nú hevur grønlendska hondbóltssambandið fingið eina útrættaða hond úr Føroyum, soleiðis at kvinnulandsliðið aftur hevur fingið venjarar.

– Her í Føroyum síggja vit grønlendsk tíðindi einaferð um vikuna, og tá vit hoyrdu um keðiligu tíðindini um støðuna, so avgjørdu vit at hjálpa til. Hetta kann fara at gerast ein win/win støða fyri allar partar.

Tað sigur stjórin í MBM, Hákun Steingrímsson, í tíðindaskrivi, sambært Sermitsiaq.

Í fjør summar byrjaði Meginfelag Búnaðarmanna, MBM, at útflyta mjólk til Grønlands, og tí verður mett, at við at stuðla landsliðnum, so er tað ein góður plattformur at gera vørurnar hjá MBM meira sjónligar.

– Sjálvandi vilja vit gjarna fáa meira gongd í okkara virksemi í Grønlandi, men vit eru eisini sera nøgd við, at vit samstundis kunnu hjálpa kvinnulandsliðnum fíggjarliga, sigur stjórin í MBM í tíðindaskrivinum.

Fíggjarliga (mjólka)innspræningin frá MBM hevur við sær, at grønlendska hondbóltssambandið hevur sett ein venjara og hjálparvenjara í starv at taka sær av landsliðhondbóltinum í Grønlandi.

Formaðurin í TAAK, Carsten Olsen, bjóðar Mikkel Bom (t.h.) vælkomin í starvið sum landsliðsvenjara hjá grønlendska kvinnuhondbóltslandsliðnum (Mynd: TAAK)