Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Við at vera til reiðar til Voxbotn

Seinasta hon verður løgd á fyrireikingarnar til Voxbotn

Í løtuni verður seinasta hond løgd á fyrireikingarnar til ársins Voxbotn, og arbeiðið hevur higartil gingið væl.

-Vit eru við at vera har, sigur Rúni Djurhuus, sum er ein av fyriskiparunum handan festivalin, sum aftur í ár telur tveir dagar, heldur enn bert ein, sum vanligt var áðrenn koronu.

Pallarnir og allar aðrar tekniskar installatiónir eru við at koma upp á pláss, og tá FM1 fekk fatur á Rúna Djurhuus, vóru seinastu tónleikarar á veg til Føroya við Atlantic Airways.

Tað eru ikki hissini fyrireikingar, ið skulu til fyri at halda tílíkt tiltak í miðbýnum, og Rúni Djurhuus metir, at millum 200 og 300 fólk eru knýtt at tiltakinum, sum verður í dag og í morgin.

Dyrnar til Voxbotn lata upp klokkan 18 í kvøld, og tað eru framvegis atgongumerki til sølu á ebillett.fo, sigur Rúni Djurhuus.