Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kjarnorkurikið far leggur at á Oyrareingjum mánadagin

Uttanríkis- og vinnumálaráðið sigur ikki, hvat far talan er um, men ivaleyst er talan um ein kavbát

Uttanríkis- og vinnumálaráðið boðar í dag frá, at mánadagin kemur eitt kjarnorkurikið far á vitjan í Føroyum, og at lagt verður at bryggju á Oyrareingjum.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið greiðir ikki frá, júst hvat fyri far talan er um, eiheldur hvat slag av fari talan er um, men amerikanska sjóverjan hevur bert flogberar og kavbátar, sum eru kjarnorkuriknir, og tá hugsað verður um støddina á flogberum, so er ivaleyst talan um ein kavbát.

Farið hevur treytað diplomatiskt loyvi frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum at koma í føroyskt sjóumveldi og í havn í Føroyum. Millum annað skal farið ikki hava sonevnd CBRN-vápn umborð, umframt at serligar treytir skulu lúkast í sambandi við, at talan er um eitt kjarnorkurikið far. Av somu orsøk eru ávís tilbúgvingaratlit tikin í sambandi við vitjanina.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur ráðført seg við løgtingsins uttanlandsnevnd um avgerðina at lata treytað diplomatiskt loyvi til flotavitjanina í næstu viku.

Í sambandi við vitjanina kemur amerikanski sendiharrin í Danmark, Alan Leventhal, eisini til Føroya.