Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Miðlar – RB Leipzig lána ungan leikara í Liverpool

RB Leipzig hevur gjørt eina leiguavtalu við Liverpool um Fabio Carvalho. Hettar merkir, at Carvalho verður at síggja í týsku Bundesliga næsta kappingarár.

Fabio Carvalho bleiv keyptur úr Fulham fyri einum góðum árið síðani, upphæddin var 5,9 mío evrur. Men tíðin í Liverpool hevur verið trupul og leiktíðin hevur ikki verið nógv at prátað um.

Tann 20 ára gamli leikarin við røtur úr Portugal, spældi 21 dystir og skoraði 3 mál fyri Liverpool seinasta kappingarár, tó mest sum innskiftari.

Nú verður hann at síggja í týsku Bundesliga og fer at hava heimavøll í Red Bull Arena.

RB Leipzig endaði á einum triðja plássið seinasta kappingarár og komu úr bólkaspælinum í Champions League, men blivu slidnir út av Manchester City. Teir vunnu DFB Pokal, við einum 2-0 sigri á Eintracht Frankfurt.

Avtalan er uppá pláss, sambært Fabrizio Romano. Nú manglar bert læknakanningin og síðani verður hann kunngjørdur í næstu viku.