Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Marran á Old Trafford heldur fram

Eins og FA Cupini, so høvdu vit eitt hav av málmøguleikum á Old Trafford, men vit tóku ikki av. Vit fara at tosa um dystin og hvussu meistarastríðið sær út og so eru glið komin á samráðingar við nýggjan venjara

Top of The League, segði eg í síðstu viku, men soleiðis skuldi tað ikki vera.

Liverpool vann hóskvøldið ímóti Sheffield United og helt fast í oddasessinum, men sunnudagin gekk tað ikki longur.

Man City og Arsenal vunnu sínar dystir, meðan Liverpool bert fekk javnleik á Old Trafford, har Liverpool bert kann takka sær sjálvum fyri, at liðið ikki megnaði at fáa øll trý stigini við sær heimaftur.

Vit fara í dag at kjakast eitt sindur um, hvussu møguleikarnir síggja út hjá Liverpool í meistarastríðnum.

Sambært fleiri miðlum, so er Ruben Amorim nær við at gerast næsti Liverpool venjari, og Liverpool hevur longu bjóðað 39 ára gamla portugisan ein trý-ára sáttmála, so vit fara sjálvandi at tosa um, hvat vit kunnu vænta av honum.

Tit eru sjálvandi eisini vælkomin at senda okkum eini sms-boð á 559999, áðrenn ella undir sendingini, og so taka vit tað upp í sendingini.

Gestir vera Dávid Isfeld og Jóhan Carl Dam.

Lurtið á FM1 hvønn týsdag klokkan 16.