Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Danska ævintýrið

Tann 26. juni 1992 gjørdist Danmark europameistari í fótbólti, tá liðið vann 2-0 á Týsklandi, har 37.800 áskoðarar sóu dystin  á Ullevi Stadium í Göteborg, Svøríki.

Tann 26. juni 1992 gjørdist Danmark europameistari í fótbólti, tá liðið vann 2-0 á Týsklandi, har 37.800 áskoðarar sóu dystin  á Ullevi Stadium í Göteborg, Svøríki.

Undan kappingini var onki, sum bendi á, at Danmark skuldi vinna, tí Danmark hevði ikki vunnið seg til endaspælið frá byrjan av. Liðið endaði sum tveyari í undankappingarbólkinum, har Jugoslavia vann við einum máli. Men 30. mai 1992, bara ellivu dagar undan byrjanardystinum í endaspælinum, lýsti ST eitt handilsbann ímóti Jugoslavia orsakað av áhaldandi etniskum ósemjum í landinum. Jugoslavia varð tískil útihýst frá at luttaka og Danmark varð innkallað sum avloysari.

Danmark byrjaði sera trilvandi, tá liðið spældi 0-0 ímóti Onglandi og tapti 0-1 fyri Svøríki, áðrenn liðið endiliga vann 2-1 á Fraklandi í síðsta bólkadystinum. Sigurin gav Danmark eitt 2. pláss í bólkinum, bara eitt stig framman fyri bæði Frakland og Ongland, og í hálvfinaluni bíðaðu verandi europameistararnir, Holland. Eftir longdu leiktíðina høvdu bæði liðini skotið tvey mál í part, so dysturin endaði 2-2. Danmark vann brotssparkskappingina 5-4 og vann seg nú í finaluna ímóti verandi heimsmeistarunum úr Týsklandi.

Í finaluni legði miðvallarleikarin, John “Faxe” Jensen, Danmark á odda 1-0 í 18. minutti. Eftir finaluna greiddi Faxe tíðindamonnunum soleiðis frá um málið: “Fyrstu 20 minuttirnir vóru teir harðastu, sum flestu av okkum høvdu upplivað. Týskararnir vóru allastaðni á vøllinum og vit fingu ikki okkara spæl at rigga. Vit arbeiddu ótroyttiligt og knappliga fekk eg møguleikan til at skjóta upp á mál. Meg mintist, at venjarin undan dystinum hevði sagt, at um eg fekk møguleikan at skjóta, so skuldi eg gera tað.”

Danir hildu týskararnir frá at skora og í 78. minutti økti miðvallarmakkarin hjá Faxe, Kim Vilfort, eitt sindur óneyðugt um leiðsluna. Dysturin endaði 2-0 og danir vunnu fyrsta stóra steypið.