Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fylking á heimskortið

Í Føroyum eru fleiri fakfelagsbygningar, men mett varð, at fyrst og fremst bygningurin Fylking í Valinum á Tvøroyri lýkur flestu treytirnar fyri at koma á listan

– Fyri kortum lendi eitt bræv í mínum innbakka við fyrispurningi um, hvørt nakað føroyskt fakfelagshús kundi komið á ein lista, ið Arbejdermuseet o.ø. søvn vóru í ferð við at savna saman.

Tað skrivar søgufrøðingurin og fyriskipari av framsýningini, Fylking 100 ár, frá 2015, Helgi Eidesgaard, á sínum Facebook-vanga.

Í Føroyum eru fleiri fakfelagsbygningar, men mett varð, at fyrst og fremst bygningurin Fylking í Valinum á Tvøroyri lýkur flestu treytirnar fyri at koma á listan, t.d. at bygningurin hevur verið nýttur til fakfelagsendamál síðani áðrenn 1950’ini.

– Helst eru tey fá, ið ikki vita, at Fylking (fyrr: Enigheden) er eitt av týdningarmestu fakfeløgum í føroyskari søgu, og bygningurin, ið eisini rópast Fylking, hevur heilt frá byrjan verið karmur um mest sum alt virksemið hjá arbeiðsmannafelagnum, skrivar Helgi.

Sambært kunningarskrivi frá stjóranum á Arbejdermuseet, Søren Bak-Jensen, og stýrisformanni, Morten Skov Christiansen, var endamálið millum annað:

“The labour movement is one of the major forces that has shaped international relations, national societies, and the lives of individual people during the past 150 years.

Based on the values of liberty, equality, and solidarity and with the organisation of wage workers as the central source of strength, the labour movement holds outstanding universal value as a social and cultural phenomenon. Through an international effort led by Denmark, a nomination of workers’ assembly halls is being prepared for the UNESCO World Heritage List.”

– Um Fylking, sum bygningur, kemur á UNESCO-listan er sjálvandi ivasamt, tí bygningurin er nógv broyttur gjøgnum árini, og nógvar treytir fylgja eisini við slíkum. Hinvegin, so styrkir tað umsóknina og verkætlanina í síni heild, at eisini ein føroyskur fakfelagsbygningur er við á hesum korti yvir alheims fakfelagsbygningar, skrivar Helgi Eidesgaard.

Les eisini...  Soleiðis sær bólkurin hjá Føroyum út

Her sæst kort yvir fakfelagsbygningar.

Tað var í 1915, at fyrsta arbeiðsmannafelagið í Føroyum, Fylkingin, varð stovnað á Tvøroyri undir navninum Enigheden (sum í 1932 broytti navn til Fylking). Um ár 1900 var vinnulívið á Tvøroyri í stórum vøkstri og dró arbeiðsmegi til sín úr øllum landinum. Hetta hevði við sær, at arbeiðsfólk tóku stig til at skipa seg í fakfeløg fyri at bøta um korini hjá verkafólki.

Hóast Fylking enn virkar sum fakfelag, so er nógv av virkseminum hjá felagnum nú flutt yvir í Føroyar Arbeiðarafelag.