Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Soleiðis sær bólkurin hjá Føroyum út

Nú er greitt, hvørjum londum føroyska kvinnulandsliðið fer at møta í EM-undankappingini

Lutakast hevur júst verið í Nyon í Sveis, hvussu londini skulu spæla í EM-undankappingini til EM-endaspælið, ið eisini verður spælt í Sveis.

Føroyar komu í bólk C3 saman við Grikkalandi, Montonegro og Andorra.

Hendan undankappingin er býtt upp eftir styrki, har føroyska kvinnulandsliðið er í triðbestu deildini í hesari undankappingini.

Undankappingin verður spæld nú í vár og í summar, har dystir verða á skránni í apríl, juni og juli, har liðini í bólkinum spæla tvær ferðir móti hvørjum øðrum – einum heima- og einum útidysti.