Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sendur til Ríkissjúkrahúsið

Tíðliga sunnumorgunin hendi eitt soloóhapp á Sundi. Bilførarin endaði á Landssjúkrahúsinum, men er nú sendur víðari til Ríkissjúkrahúsið

Eitt soloóhapp hendi á Sundi tíðliga sunnumorgunin.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur við FM1, at løgreglan fekk eini boð klokkan 04.23 sunnumorgunin, at ein bilur var farin av vegnum á Sundi, og hevði rent á nakrar stórar steinar við síðuna av vegnum. Øll tilbúgvingin varð send á staðið, og var frammi stutt aftaná.

Bilurin var illa farin, og bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, var í skundi fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann bleiv lagdur í kunstigt koma. Hann er nú sendur víðari til Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið til víðari viðgerð.

Løgreglan veit í løtuni ikki, hví bilóhappið hendi, men bilurin gjørdist vrak.