Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Adidas gjørt føroyskar skógvar

Kenda týska ítróttarmerkið Adidas hevur gjørt tvey sløg av skóm við íblástri úr Føroyum

Tað tekur ofta langa tíð at finna røttu skógvarnar at ganga í, syngur Eivør Pálsdóttir so væl. Men nú er líkt til, at røttu skógvarnir eru funnir.

Tí kenda týska ítróttarmerkið Adidas boðar frá, at felagið hósdagin kemur við tveimum nýggjum sløgum av skóm, har íblásturin er Føroyar, ”og fantastiska náttúran har”, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá Adidas, sum skógvaportalar skriva um í dag.

Tað er danska felagið Norse Projects, sum hevur sniðgivið skógvarnar. Danska felagið og Adidas hava havt eitt tætt samstarv seinastu árini.

(greinin heldur fram undir myndini)

(Mynd: Norse Projects)

Annar skógvurin eitur Campus (omanfyri), sum einki hevur við Fróðskaparsetrið at gera, er sniðgivin at verða brúktur til dagligt brúk – til miðbýarbrúk – skrivar Adidas. Skógvurin er gjørdur av enskum kálvaleðri og øðrum endurvunnum smálutum.

(greinin heldur fram undir myndini)

Skychaser (Mynd: Norse Projects)

Hin skógvurin eitur Skychaser, sum er gjørdur til uttanduralív.

– Báðir skógvarnir hava litir, sum síggjast aftur í føroysku náttúruni, skrivar Norse Projects á heimasíðu sínari um “føroysku” skógvarnar.

Til ber at keypa hesar skógvar á nethandlinum hjá Norse Projects frá 29. juni.