Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Manchester City keypir Mateo Kovacic

Manchester City hevur í kvøld kunngjørt Mateo Kovacić, sum skiftir úr Chelsea.

Manchester City hevur í kvøld keypt tann 29 ára gamla Mateo Kovacić úr Chelsea. Prísurin er áljóðandi 25 mió pund. Afturat tí eru 5 mió pund í “add-ons”.

Kovacić leikti 221 dystir fyri Chelsea í fimm kappingarár. Í tíðini á Stamford Bridge hevur hann vunnið Champions League, Europa League, FIFA Club World Cup og UEFA Super Cuper. Eisini var Kovacić kosin ársins leikari í felagnum fyri kappingarárið 2019/20.

Tann kroatiski miðvallarin hevur eisini leikt 95 landsdystir.

Kovacić hevur leikt við ymiskum stórfeløgum kring Evropa, millum annað kann nevnast Real Madrid, Inter og Dinamo Zagreb.