Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tórsfest flytir fyribils oman í Vágsbotn

Orsakað av arbeiðnum í Havnará, verður Tórsfest í ár flutt oman í Vágsbotn

Tórsfest er gamla ólavsøkukonsertin, sum fyrstu ferð varð fyriskipað úti á Skansanum í 1986. Síðan 2012 hevur Tórshavnar ítróttarráð fyriskipað ólavsøkukonsertina, og í 2014 broytti konsertin navn til Tórsfest, og flutti samstundis niðan á Vaglið í Havn.

Skráin er á tremur við góðum tónleikarum, heimstjørnum og lokalum stjørnum, og fyrireikarirnir eru sera spentir til at skapa eina rimmar veitslu og tónleikauppliving, síðsta leygarkvøldið fyri ólavsøku – 22. juli 2023.

–  Hetta er eingin smeitur, tí eftir eitt sera væl eydnað og útselt Voxbotn 2023, liggur væl fyri, at endurtaka systur-tiltakið.