Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heilsufrøðiliga starvsstovan afturkallar avokadoir

Coop Danmark A/S afturkallar Smag Forskellen avokado, tí ov høgt innihald av kadmium er staðfest í vøruni. Vøran eigur at latast aftur í handilin har hon er keypt ella beinast burtur, sigur starvsstovan

Heilsufrøðiliga starvsstovan afturkallar avokadoir av slagnum ”Smag Forskellen”.

Starvstovan skrivar, at tað er staðfest ov høgt innihald av kadmium í vøruni. Heilsuvandi kann tískil ikki útilokast.

– Tað sum er týdningarmikið er, at brúkarin ikki hevur eitt høgt inntak av kadmium í longri tíð. Tað er ikki ein einkult máltíð, sum er avgerandi, men inntakið yvir longri tíð. Brúkarin fær tískil ikki akutt sjúkueyðkenni, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan á heimasíðu sínari.

Vøran, ið er seld í føroyskum handlum, eiga at verða lætnar aftur haðani tær eru keyptar ella beindar burtur.

Hvør er vøran?

Smag Forskellen avokado 2 stk./bakke

EAN-kode: 5700384395543

Lot nr.: 25G og 26B

Avokado er fruktin av trænum Persea gratissima.