Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dan: Vit slóu til seinasta korterið av fyrra hálvleiki

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Ken Bærendtsen siga frá teimum trimum málunum, ið komu í dystinum ÍF-B36 0-3 (0-3). Hoyr Ken taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Rúni gjørdi við høvuðsvenjararnar, Dan Brimsvík hjá B36 og Aleksandar Jovevic hjá ÍF.

Dan greiðir frá, at ÍF vísti í dystinum móti Víkingi, at teir høvdu tað trupult seinasta korterið av dystinum. Tí er Dan sera fegin um, at tað eydnaðist at sláa til hesa løtuna og fáa trý mál. Aleksandar iðrar seg um eitt heldur bíligt brotsspark til B36, ið førdi til 0-1 málið og eftirfylgjandi 10 minuttirnar, tá ÍF fekk tvey mál aftrat ímóti sær. Aleksandar heldur, at ÍF annars stóð seg væl í 80 minuttir av dystinum.

Myndir: Rúni á Reynatrøð