Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Børge: Tað er ikki avgjørt enn

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Regin Sivertsen siga frá báðum málunum KÍ skoraði í 2-0 sigrinum á HB við Djúpumýru í Klaksvík í dag. Úrslitið merkir, at KÍ er fremst við 48 stigum, 12 stig frammanfyri B36 og 13 stig frammanfyri HB. Hoyr eisini Regin taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Rúni gjørdi við Børga Petersen hjá KÍ og Bjarta Vitalis Mørk hjá HB.

Børge vil ikki hoyra nakað um, at KÍ longu er FM-vinnari. Teir í KÍ fara ikki upp at flákra av sigrinum í dag. Bjarti staðfestir, at nú sær tað veruliga torført at út at fáa KÍ aftur, men teir í HB ætla at hava fokus á at gera tað so gott í landskappingini sum møguligt.

Myndir: Rúni á Reynatrøð